Robin Gibb deyður

Bee Gees beiggin, sum hevur verið sjúkur av krabbameini, doyði fyrr í dag 62 ára gamal.

 

Robin Gibb hevur í longri tíð stríðst ímóti krabbameini, og hann hevur fleiri ferðir verið heilt illa fyri. Í apríl lá hann í koma í 12 dagar, men kom púra óvæntað eitt sindur fyri seg aftur og hevði enn tá samband við familju sína.

 

Seinastu dagarnar hevur hann aftur verið heilt illa fyri, og í dag doyði hann. Konan Dwina og børnini Robin-John, Spencer og Melissa vóru við sjúkraleguna, tá ið hann andaðist.

 

Robin Gibb var saman við beiggjum sínum partur av poppbólkinum Bee Gees, sum hevur selt meira enn 200 milliónir plátur kring heimin. Robin Gibb hevði framførslu í Føroyum í 2009.