Roberto Firmino: Áleyparin sum ikki skorar á Anfield

Premier League: Liverpool er 22 stig fremst og hevur fingið 100 av 102 teimum seinastu stigunum

Átta av teimum tíggju dystunum í 25. umfari vóru í gjár. Liverpool vann 4-0 á Southampton og er nú 22 stig fremst í Premier League. Liverpool hevur ikki tapt á heimavølli í yvir túsund dagar, men tað eru eisini 306 dagar síðani Roberto Firmino hevur skorað á Anfield.

Southampton megnaði at trýsta Liverpool og teir vildu eisini hava brotsspark, áðrenn Liverpool fekk hol á. Liverpool endaði við at vinna 4-0. Mohamed Salah skoraði tvey, meðan Alex Oxlade-Chamberlain og Jordan Henderson skoraðu hvør sítt.

##med2## 

Ein statistikkur, sum bretskir miðlar hava lagt á, er at tað nú eru 306 dagar síðani Roberto Firmino hevur skorað fyri Liverpool á Anfield. Tað er eitt sindur óvanligt fyri ein áleypara hjá einum liði, sum ikki hevur tapt á heimavølli í yvir túsund dagar.

Roberto Firmino hevur fyri kortum vunnið dystir fyri Liverpool á útivølli móti Tottenham og Wolverhampton, men á heimavølli gongur illa at raka málið. Brasilski áleyparin fær tó nógv rós, tí hann legði upp til ikki færri enn trý mál. Hann verður lýstur sum ein áleypara, har málini ikki eru alt avgerandi.

Premier League 25. umfar:

Leicester – Chelsea 2-2

AFC Bournemouth – Aston Villa 2-1

Crystal Palace – Sheffield United 0-1

Liverpool – Southampton 4-0

Newcastle – Norwich 0-0

Watford – Everton 2-3

West Ham – Brighton 3-3

Manchester United – Wolverhampton 0-0

Í dag:

Burnley – Arsenal

Tottenham – Manchester City

1Liverpool25241060:1573
2Man City24163565:2751
3Leicester25154654:2649
4Chelsea25125843:3441
5Sheffield Utd2599726:2336
6Man Utd2598836:2935
7Wolves25811635:3235
8Tottenham2497838:3234
9Everton25961031:3733
10Newcastle25871024:3631
11Southampton25941231:4631
12Arsenal24612632:3430
13Crystal Palace2579922:2930
14Burnley24931228:3830
15Brighton25681130:3726
16Bournemouth25751325:3826
17Aston Villa25741432:4725
18West Ham25661330:4324
19Watford25581223:3923
20Norwich25461524:4718