Robert Pattison í nýggjum filmi

Twilight-stjørnan Robert Pattinson hevur játtað at leika í drama-filminum Bel Ami, har kvinnuligu leiklutirnir verda spældir av Christina Ricci, Uma Thurman og Kristin Scott Amerikanska vikubladid Life & Style hevur fingið hendur á eitt endurrit av handritinum til filmin hjá Declan Donnellan og Nick Ormendos, sum vísir á, at ikki nógv verdur latið eftir til hugflogið.

Pattinson skal spæla journalisturin Georges Duroy, sum fer til tops á tignarstiganum í samfelagnum vid at fara í song vid framúrskarandi konufólki.

Bel Ami byggir á eina skaldsøgu eftir franska rithøvundinum Guy de Mauspassant. Søgan vard filmatiserað fyrstu ferd í 1939.

 

Alda Mørkøre Nielsdóttir, í starvsvenjing