Robert og Vinmenn í reyðum skjúrtum

Umleið kl. 20.20, eftir at Gogo-Blues hevði havt eina fína framførslu. Trinu Robert Mc Birnie við vinmonnum á pallin. Her var fyri ein stóran part talan um ein túr aftur í 60ini við slagarum og m.a. var Everly Brothers-slagarin Bye bye love á skránni. Í reyðum skjúrtum hevði Robert fingið tveir vælsyngjandi vinmenn, ið eisini spældu gittar, aftat sær. So tað var væl svingandi tónleikur við tríræddaðum sangi, sum kom fleimaði úr hátalarunum og við sera góðum ljóðið skal leggjast afturat. Robert við góðari manning og vinum undirhelt teimum, sum høvdu leitað sær vestur á Eiðið. Sangir sum Hon kom til mín nú eitt kvøldið hitaðu væl, meðan ein stóð har í tí kalda náðileysa norðanvindinum - ein fekk hug at svinga við rytmunum frá tí væl koyrandi orkestrinum. Summi høvdu tikið termodrakt, uttan iva ein skilgóður tanki.