Eftir at hava ferðast hendavegin í 31 samfull ár, hevur hann fingið nógvar kærar vinir, sum eisini hava verið til reiðar at hýsa honum á hansara møtiferðum. Í hesum samanhangi er vert at nevna, at tað eru serlig lyftir í bíbliuni, sum eru bundin til tað at taka ímóti einum Harrans tænara. Upp ígjøgnum samkomusøguna í Føroyum eru nógvir vitnisburðir um hvussu Harrin signaði í fleiri ættarlið, har forfedrar hýstu Harrans vitnum, tá onnur koyrdi tey frá sær. Hann hevur búð hjá vinfólki bæði í Klaksvík og á Skálafjørðinum, og tá hann er í Suðuroy býr hann oftast í Vági.
Teir, sum hava ferðast við honum, sum tolkar, hava verið Ólavur Niclassen, Klaksvík, Jens Bech, Skála og Poul Jóhan Djurhuus. Hann hevur spent víða í teksti og evnum hesar tríggjar vikurnar:
Hví skulu vit biðja?
Eri eg ein veruligur Kristin?
Tey fýra teknini undir krossfestingini.
Lærisveinurin, sum Jesus elskaði.
Tann fyrri og tann seinni Adam.
Minnismáltíð Harrans.
Støða okkara í Kristusi
fyri ein ókendan Gud o.s.fr.
Hetta eru bert nøkur av evnunum, sum hann hevur talað hesi kvøldini til gleði og uppbygging fyri fólki og til eina málsliga roynd fyri teir, sum hava tolkað.
Tað, sum er serstakt við hesi vitjan er, at hetta er hansara seinasta vitjan í Føroyum. Hann verður 80 ár í desember mánaða, og hann og konan hava tikið tað avgerð, at ferðingin skal skerast munandi niður í komandi tíð. Men Robert Mcluckie hevur ferðast víða og nógv ígjøgnum sítt langa lív við evangeliinum, so hansara partur liggur ikki eftir, og vit meina, at hann kann við góðari samvitsku repa seglini.
Seinasta triðingin av vitjanini í Føroyum kemur hann at vitja í Suðuroy, har hann kemur at vitja allar brøðrasamkomurnar:
Sun. 28. sept. kl. 11.00 Vitni, Hvalba
Sun. 28. sept. kl. 15.00 Útifundur í Hvalba.
Sun. 28. sept. kl. 18.00 Betania, Porkeri
Mán. 29. sept. kl. 20.00 Lopra, bygdahúsið
Týs. 30. sept. kl. 20.00 Salem, Tvøroyri
Mik. 01. okt. kl.20.00 Bethel, Vágur
Hós. 02. okt. kl. 20.00 Betania, Sumba
Poul Jóhan Djurhuus kemur at ferðast við honum í Suðuroynni. Seinasta møti á Føroyavitjanini verður sunnukvøldið í Elim í Søldarfirði, har samkoman ynskir at bjóða ein drekkamunn eftir møti, soleiðis at fólk fáa høvið at siga honum farvæl.
Vit fara at heita á fólk um at møta fjølmet til møtini og ein og hvør er hjartaliga vælkomin.
poul jóhan djurhuus
Gjaranes@post.olivant.fo