Robert McBirnie í Mimir

Mimir rópa hann The Grand Old Man, The One and Only, The Master of Rythm´n´Blues. Robert McBirnie spælir í Mimir leygarkvøldið.

Amerikanarar høvdu Elvis, bretar The Beatles og føroyingar høvdu Faroe Boys, men meðan bæði Elvis og John Lennon løgdu árar inn, so koyrir okkara Robert McBirnie víðari og leygarkvøldið stendur Mimir á skránni.

Mimir rópa hann The Grand Old Man, The One and Only, The Master of Rythm´n´Blues.

Robert McBirnie fer at undirhalda við sínum swingandi tónleiki frá 50-60-70 og 80’unum.

Hann byrjar umleið midnátt, og Mimir minnir á, at einast 160 rúmast í Mimir, so vandi er fyri, at har verður fult og at tí ikki slepst inn hjá øllum.