Robert Lewandowski skaddur – ikki við móti Føroyum

Manslandsliðið: Føroyska verjan sleppur undan at dekka Robert Lewandowski

Mynd: (Hans Erik Danielsen/FSF) Robert Lewandowski heilsar upp á Viljorm Davidsen

Robert Lewandowski er skaddur og verður ikki við móti Føroyum. Hann fór skaddur av vøllinum í gjár, tá FC Barcelona vann 1-0 á útivølli móti FC Porto í Champions League.

 

Kendi fótbóltstíðindamaðurin, Fabrizio Romano, skrivar frá blaðnum Sport, at Robert Lewandowski má sita uttanfyri í umleið ein mánað. Pólski áleyparin hevur meiðslað fær økulin. Robert Lewandowski skoraði bæði málini, tá Pólland vann 2-0 á Føroyum í Varsjava í farna mánaði.

 

Føroyar spæla móti Póllandi hósdagin 12. oktober á Tórsvølli.

 

Mynd: (Hans Erik Danielsen/FSF) Robert Lewandowski heilsar upp á Viljorm Davidsen