Robert Gates fer frá næsta ár

Amerikanski verjumálaráðharrin, Robert Gates, hevur ætlanir um at leggja frá sær næsta ár. Men fyrst ætlar hann at tryggja sær, at amerikanska afturtøkan úr Afghanistan fer at eydnast, og tað fáa vit at síggja eina ferð næsta ár, sigur hann.

Robert Gates sigur, at hann ætlar sær ikki at sita í ráðharraembætinum eftir 1. januar í 2012. Tað árið verður forsetaval í USA, og tann kann blíva trupult hjá stjórnini at finna ein góðan eftirmann í einum valári, sigur hann. Tí hevur hann gjørt av at fara frá í 2011.

Robert Gates var verjumálaráðharri í stjórnini hjá George W. Bush, forseta, og Barack Obama bað hann halda fram aftan á stjórnarskiftið, og tí tilboðnum tók hann av.