Sjónleikarin Robert Duvall er deyður, vita útlendskir miðlar at siga í kvøld.
Kendur var hann millum annað fyri leilut sín í Godfather filmunum.
Yrkisleiðin byrjaði av álvara við leiklutinum sum Boo Radley í filminum To Kill a Mockingbird frá 1962.
Síðani komu mangir leikluir í ymsum filmum, og Duvall vann ein Oscar fyri filmin Tender Mercies, og hann varð fleiri ferðir í uppskoti til hesa heiðursløn.
Robert Duvall gjørdist 95 ára gamal.












