Robbins og Freeman á toppinum

Brúkarar av kendu filmsheimasíðuni Imdb.com hava gjøgnum árini givið øllum hugsandi filmum skoðsmál.

 

Tann filmurin, sum gjøgnumgangandi hevur fingið hægst skoðsmál, er filmurin Shawshank Redemption frá 1994. Høvuðsleikarar í filminum eru Morgan Freeman og Tim Robbins. Filmurin snýr seg um ein bankamann, sum er dømdur lívslanga fongsulsrevsing fyri dráp.

 

Beint í hølunum á Shawshank Redemption eru tveir av filmunum í Godfather-røðini.

 

Listin yvir filmarnar, sum hava fingið best skoðsmál á Imdb.com, sær annars soleiðis út:

 

1. Shawshank Redemption

2. Godfather

3. Godfather – 2. Partur

4. Pulp Fiction

5. The Good The Band And The Ugly

6. 12 Angry Men

7. Schindlers List

8. The Dark Knight

9. Lord Of The Ring: The Return Of The King

10. Fight Club