Robbie Williams vil ikki framføra til OL

Tað var annars talan um, at Robbie Williams skuldi framføra, tá ið OL endar í London 12. august í ár, men tað verður av ongum.

 

Kona hansara Ayda er sett til at eiga júst hendan dagin, og tí hevur sangarin tikið avgerð um at halda seg við hús.

 

Tað sigur ein umboðsmaður hjá Robbie Williams við Mail Online.

 

- Tað var ætlanin, at hann skuldi framføra, men hann vil ikki, tí tað er møguligt, at kona hansara eigur júst tann dagin, sigur umboðsmaðurin.

 

Sambært blaðnum The Mirror skuldi Robbie Williams syngja lagið hjá David Bowie ”Life on Mars” frá 1971.