Robbie Williams við nýggjum staklagið

Robbie Williams er nú til reiðar við tí fyrsta staklagnum frá nýggju fløguni, sum kemur á marknaðin 5. November í ár.

 

Tað eru nú trý ár síðani, at Robbie Williams útgav sína seinastu studiofløgu, og nú er hann til reiðari við einum nýggjum staklagið og einum videolagið. Nýggja fløgan ber heitið

“Take The Crown”, og er staklagið tað fyrsta frá fløguni.

 

Lagið eitur “Candy”, og kann tað síggjast her: www.youtube.com/watch

 

Seinasta solofløgan frá Robbie Williams kom á marknaðin í 2009. Tað var fløgan “Reality Killed The Video Star”. Síðani hevur hann eitt nú meldað seg uppí bólkin Take That, sum hann tó kortini er farin frá aftur. Take That framførdi saman við Robbie Williams til eitt nú X-Factor finaluna fyri tveimum árum síðani. Robbie Williams fór av fyrstan tíð úr Take That í 1995.