Robbie Williams er stórur fótbóltsfjeppari, men tá ið hann savnar túsundtals fólk á leikvøllum kring Europa, er tað ikki til fótbólt, men til tónleik.
Um vikuskiftið hevði Robbie Williams konsert á stadion í Budapest, har ungarska landsliðið vanliga spælir sínar dystir, men konsertin fór so illa við vøllinum, at ungarska fótbóltssambandið hevur biðið UEFA um loyvi at flyta EM-dystin ímóti Noregi leygadagin til annan vøll.
Sambært ungarska fótbóltssambandinum er ikki spælandi á vøllinum, eftir at Robbie Williams hevði sína konsert.
Enska poppstjørnan skal fríggjakvøldið og leygarkvøldið hava konsert í Glasgow í Skotlandi, men Robbie Williams sleppur ikki inn á Celtic Park, har landsdysturin millum Skotland og Føroyar verður spældur leygardagin.
Robbie Williams skal ístaðin hava sína konsert á hinum stóra leikvøllinum í býnum, Hampden Park.