Robbie Williams í Rex

Leygarkvøldið - kvøldið eftir at Haddaway hevur sungið - spæla Robbie.dk í Rex.

 

Bólkurin Robbie.dk og er helst tað nærmasta, tú kemur til at hoyra og føla fyrrverandi Take That-sangaran í Føroyum.

 

Robbie.dk framførdi í Rex fjør, og bólkurin bergtók fjøldina, eins og hann hevur gjørt í Danmark við meir enn 300 framførslum.

 

Robbie.dk hevur hildið frí í nakrar mánaðir men er byrjaður aftur eftir óteljandi áheitanum frá spælistøðum, ið vilja hava bólkin aftur.

 

Robbie.dk er nú til reiðar við nýggjum útsetingum av vælljóðandi og kvinnutekkjandi løgunum hjá Robbie Williams, so sum Angels, Feel, She´s the One, Come Undone og Let Me Entertain You.

 

Bólkurin er væl umtóktur. Teir spæla væl. At trummuleikarin er føroyski Fríði Øster, ger tað ikki verri.

 

Men tað er kanska serliga sangarin, Søren Haugaard Pedersen, ið hevur fingið umrøðu fyri sína rødd, ið minnir so nógv um enska poppkongin sjálvan, at tað er torført at hoyra mun.

 

Klaksvíkingar eru hepnir. Teir sleppa at hoyra Robbie.dk í Klaksvíkar Klubba kvøldið fyri, tvs. fríggjakvøldið.

 

Les og hoyr meir á www.robbie.dk.