Trý ár eru liðin, síðan Robbie seinast spældi í Parkini, tann konsertin var bæði minnilig og frálík. Robbie spældi annars á Nordic Music Event í Keypmannahavn fyri tveimum vikum síðan, og hóast bert talan var um eitt lag, fekk hann Forum at kóka.
Atgongumerkini verða at fáa í Fona handlum kring Danmark og á www.billetlugen.dk ella +45 70 263267 frá 21. november kl. 10.00. Væntandi verður gravgangurin stórur, og danska blaðið BT, væntar at bíðirøðir verða til atgongumerkjasøluna alla náttina framman fyri Fona handlum. Til ber at keypa upp til 4. atgongumerki pr. fólk.