Robbie Williams legði upp til stórsigur á Føroyum

Fríggjakvøldið hevði enska poppstjørnan Robbie Williams fyrru av tveimum útseldum konsertum á Hampden Park í Glasgow, og stívliga 50.000 fólk vóru komin á konsert.
Robbie Williams var í rætta essinum fríggjakvøldið, og hann legði upp til skotskan stórsigur á Føroyum í EM-dystinum dagin eftir.
- Brothers and sisters of Hampden Park, let me hear you if you think Scotlands gonna beat Faroe Islands 10-0 tomorrow, segði Robbie William og fekk eitt ordans brøl frá teimum stívliga 50.000 áhoyrarunum.Í hálvleikinum var Skotland komið hálva leið til 10-0, men teir fingu bert eitt mál í seinna hálvleiki.