Eftir trý ár uttan nakran nýggjan tónleik, er Robbie Williams nú aftur til reiðar við einari nýggjari fløgu. Í trý ár uttan at hava hoyrt nakað frá bretsku poppstjørnuni, ger Robbie Williams seg nú til reiðar, at útgeva enn eina nýggja fløgu.
Hansara nýggja staklag ?Bodies?, var fyri fyrstu ferð at hoyra fyri trimum døgum síðani.
Robbie Williams hevur verið heldur friðarligur seinastu árini, men nú er hann til reiðar við nýggju fløguni, ið fær heitið ?Reality Killed the Video Star?.
Men tann annars sjálvssikkri Robbie bítur negl, nú hansara útgávudagur nærkast.
-Eg eri ógvuliga fjálturstungin, tí eg havi einki gjørt í trý ár. Men hinvegin, so eri eg altíð eitt sindur fjálturstungin, tá ið ein nýggj fløga verður útgivin. Soleiðis havi eg altíð havt tað, sigur Robbie Williams við ekstrabladet.dk.
Sjeynda fløgan endaði sum asfalt
Og Robbie hevur eisini orsøkir til at verða fjálturstungin.
Hansara sjeynda fløga ?Rudebox? seldi so lítið, at fløgufelagið hjá Robbie EMI, sendi umleið eina millión av óseldum fløgum til Kina. Her blivu fløgurnar kortini ikki nýttar at lurta eftir, men ístaðin vóru tær knústar, og nýttar til vegagerð í Kina.