Robbie viðgongur Take That ætlanir

Poppstjørnan Robbie Williams viðgongur, at hann skal framføra við Take That í nærmastu framtíð. Robbie gleðir seg til at framføra við Take That aftur, og sigur, at fyri framman liggja stórar ætlanir, um hansara framførslur við bólkin.

 

Eisini sigur hann, at menninir í bólkinum hava hitt hvønn annan, og hava gjørt ymiskar fyrireikingar til nýggju framførslurnar.

 

Júst nær bólkurin trínur á pall aftur er ógreitt, men eftir øllum at døma, verður hetta í nærmastu framtíð.