Liverpool boðar á heimasíðu sínari frá, at Robbie Keane, sum varð keyptur í Tottenham fyri einum hálvum ári síðan, nú aftur skiftir til Tottenham. Keane fekk ongantíð sítt gjøgnumbrot í Liverpool, og felagið hevur tí valt at selja hann aftur hagar, hann kom frá.
Enskir miðlar spáða, at Liverpool hevur selt Keane fyri 130 milliónir krónur - góðar 50 færri enn teir keyptu hann fyri.
Harry Redknapp, venjari hjá Tottenham, fegnast um at Keane nú aftur er innlimaður í felagið.
- Eg eri sera fegin um at fáa Robbie Keane aftur á liðið. Hann er ein fantastiskur leikari, og hann kann gera munin hjá okkum, segði Redknapp við Sky Sports seinnapartin.
Hetta er ikki fyrstu ferð í ár, at Tottenham ognar sær ein leikara, ið annars júst var farin úr felagnum. Fyrr í ár keypti Tottenham nevniliga Jermain Defoe, eftir at hann eitt stutt skifti hevði leikt við Portsmouth. Tað sama var galdandi við Pascal Chimbonda, sum í eitt stutt skifti slapp at uppliva tilveruna í Sunderland.









