Slaturin hevur gingið leingi, men nú letur til, at Take That dreingirnir eru saman aftur ? eisini við Robbie Williams. Bretska blaðið The Mirror skrivar, at Take That dreingirnir hittust fyri stuttum í New York, og at teir millum annað hittust til nátturða mikukvøldið.
Umframt hetta, so hava teir leigað eitt ljóðstudio, har teir allir fimm nú arbeiða saman aftur.
Ein kelda váttar fyri The Mirror, at teir eru í studio saman aftur, og um teir allir eru nøgdir við nýggju løgini, so vil Robbie framføra við Take That aftur.
Hetta er fyrstu ferð síðani 1995, at Take That er savnað við fullari manning.










