Robbie aftur saman við Take That

Robbie Williams er sambært slatrinum aftur saman við gomlu vinmonnum sínum úr dreingjabólkinum Take That. Hann vil sum eitt yvirraskilsi vera gestur í eini sending um bólkin. Henda sendingin ?An Audience With?? verður send í Stóra Bretlandi til jólar.

 

Robbie fór frá succesfulla bólkinum í ?95 og hann segði nei takk til tilboðið um at venda aftur til bólkin, tá ið dreingirnir aftur byrjaðu at spæla saman í 2006.

 

Ein kelda sigur við blaðið The People um hetta: - Robbie ætlar sær at sníkja seg inn undir upptøkunum og vera eitt yvirraskilsi fyri áskoðararnar. Ímynda tær andlitið á fólki, um myndamaðurin knappliga zoomar inn á hann sitandi millum áskoðararnar.

 

Spurningurin er so bara, hvussu yvirraskaðir áhoyrararnir verða, eftir at hava hoyrt henda slaturin?