Robben-perla bjargaði Bayern

Tað sá leingi út til, at Fiorentina fór at koppa týska risanum úr Bayern München. Italska liðið var á odda bæði 2-0 og 3-1, men tá avtornaði, komu týskararnir víðari

Fiorentina skuldi á heimavølli í Firenze venda einum 2-1 tapi móti Bayern München, fyri at koma víðari til fjórðingsfinalurnar í Champions League. Og tað sá eisini út til at ganga eftir ætlan, tá Juan Vargas legði Fiorentina á odda í fyrra hálvleiki. Í seinna hálvleiki økti Stevan Jovetic til 2-0, áðrenn Mark van Bommel minkaði um munin til 2-1.
Stevan Jovetic kom aftur á máltalvuna løtu seinni, tá hann gjørdi tað til 3-1, men minuttin seinni skoraði Arjen Robben eina perlu av einum máli. Hann dribblaði fram við fleiri Fiorentina-spælarum og smekkaði bóltin í handara mál horn.
Hetta málið sendi Bayern München í fjórðingsfinaluna. Samanlagt endaði tað 4-4, men týska liðið skoraði fleiri mál á útivølli og kemur sostatt víðari.
tróndur