HM BÓLKUR C
Chelsea-spælarin Arjen Robben var heiðraður sum besti maður, tá ið Holland í gjár vann fyrsta dystin í HM-endaspælinum. Robben skoraði einasta málið ímóti Serbia & Montenegro, men hann vísti fleiri ferðir, at hann er ein framúr góður spælari.
Tað eru tó ikki øll, sum eru so fegin um spælið hjá Robben. Arsenal-spælarin Robin van Persie, sum spælir høgri vongur hjá Hollandi, er í øðini um spælistílin hjá Robben, sum hann kallar alt ov sjálvsøknan.
- Hann má taka fyrilit fyri sínum liðfeløgunum. Við hvørt spælir hann meira fyri seg sjálvan enn fyri liðið, sigur Robin van Persie.
Landsliðsvenjarin Marco van Basten er greiðir yvir, at tað er ikki javnvág á hansara liði.
- Okkara spæl gekk mest fyri seg í vinstru síðu, tí Robben er so væl fyri, og tað gjørdi tað trupult hjá Persie í hinari síðuni, sigur landsliðsvenjarin.
Robben sjálvur tvíheldur um, at hann spælir fyri liðið og ikki seg sjálvan.
Argentina knógvaði Fílabeinsstrondini
Argentina verður roknað sum eitt av sterkastu londunum í HM-endaspælinum, men suðuramerikanska liðið hevði stórar trupulleikar av sterka liðnum hjá Fílabeinsstrondini í dystinum leygarkvøldið.
Fílabeinsstrondin er kanska sterkasta liðið úr Afrika, og tað góvu teir eisini eina ábending um leygarkvøldið. Argentina fekk tvey mál og vann dystin, men Fílabeinsstrondini trýsti nógv og skoraðu eitt mál.
Harvið komu Holland og Argentina best frá byrjan í bólki C, sum av mongum verður roknaður sum sterkasti bólkurin í endaspælinum.