Robben betri enn Rooney

Hollendski landsliðsvenjarin, Marco Van Basten er ikki í iva. Arjen Robben er eitt nógv størri talent enn Wayne Rooney. Hetta sigur Van Basten, nú Holland og Ongland skulu spæla venjingardyst. – Arjen dugir alt, og eg seti hann oman fyri allar aðrar í heiminum, tí potentialið er so stórt hjá honum. Hann kann gerst enn betri, og hann kann hjálpa liði okkara at vinna stórar heiðrar komandi árini, sigur Van Basten, sum sjálvur fleiri ferðir tók ímóti gylta bóltinum sum besti fótbóltsspælarin í Europa.