Tað var í dystinum ímóti Víkingi sunnudagin, at Róaldur Jakobsen hjá B36 mátti lata seg útskifta longu í 31. minutti. Orsøkin var, at hann fekk ein heilaskjálvta eftir samanstoyt við málverjan hjá Víkingi, Geza Turi.
- Eg fekk ein minni heilaskjálta og alt var ikki klárt fyri mær. Eg slapp ikki at halda fram og bleiv skiftur út. Tað var eisini rætta avgerðin, segði Róaldur Jakobsen við in.fo eftir dystin.
Les eisini: Róaldur fekk heilaskjálvta
Hóast heilaskjálvtan, so verður Róaldur tøkur til umráðandi dystin ímóti NSÍ í Runavík sunnudagin. Hesum váttar hann sjálvur fyri in.fo í kvøld.
Hinvegin, so má B36 spæla uttan Hørð Askham, sum fekk reytt kort sunnudagin og má sita uttanfyri í tríggjar dystir. Hjá NSÍ er Árni Frederiksberg somuleiðis leikbannaður, tó bara í ein dyst.