Róaldur sat yvir

Føroyska liðið hevur aftur í dag havt venjing á Tórsvølli

Føroyska landsliðið fyrireikar seg í hesum døgum til fyrsta dystin í nýggju EM undankappingin. Sunnudagin spæla vit móti Finnlandi á Tórsvølli.

 

Les eisini: Páll Klettskarð gjørdi bart

 

Eins og restina av vikuni, so hevur føroyska liðið havt eina venjing klokkan 10.30 á Tórsvølli. Venjingin í dag var ferðmikil og tú merkir, at tað nærkast til fyrsta dystin. Í gjár spældi landsliðið innanhýsis landsdyst, sum annað liðið vann heili 6-0.

 

Í dag sat B36 miðvallarin, Róaldur Jakobsen, uttanfyri. Lærkrikin argar, men tað er ikki álvarsamt og talan er í størri mun fyribyrging, at hann sat uttanfyri í dag. Landsliðið hevur frí í kvøld og venur aftur í morgin.

 

Rás2 ger nógv burtur úr landsdystinum, sum verður sunnukvøldið klokkan 19.45. Rás2 hevur upptakt fríggjadagin í seinnapartssendingini. Hon verður endursend sunnudagin millum klokkan 15 og 17. Upptaktin sunnudagin byrjar klokkan 17 og Rás2 sigur eisini beinleiðis frá dystinum.


Myndirnar eru frá venjingin týsdagin