Róaldur Jakobsen hevur gjørt nýggjan sáttmála við B36. Hann hevur í ár verið ein lyklaspælari á B36 liðnum, sum er á odda í Effo-deildini. Hann hevur eisini fingið debut á føroyska A-landsliðnum.
Róaldur er 23 ára gamal og hevur longu spælt 199 dystir fyri besta liðið hjá B36. Hann skoraði eitt av málunum, tá B36 í gjár vann 3-2 á NSÍ.
Í Sosialinum í dag stendur, at KÍ hevur dyrgt eftir miðvallaranum. Hesum avsannar KÍ í blaðnum.









