Tað er stór tilgongd innan koyring við motrosúkklum í Føroyum. Umframt áhugafelagið Føroya Ellisakfør, har limirnir hava bæði bilar og motorsúkklur, er eisini felagið Føroya MC, har teir flestu av teimum umleið150 limunum hava motorsúkklur. Á páskum vóru fimm føroyingar úr Føroya MC í Fraklandi á venjing í Road Racing motorsúkklukoyring, teir vóru: Hans Magni Danielsen, Torbjørn Hansen, Sofus Jacobsen, Agnar Dahl og Torkil Hansen. Road Racing er kappkoyring á motorsúkklum á rasarabana, har kappast verður í ymiskum flokkum, alt eftir motorstødd (ccm). Koyringin í Fraklandi varð deild upp í fýra klassar (flokkar), gøtu-koyrarar og tríggir licensklassar, sum vóru býttir upp eftir ferð. (, licens-koyrarar, skjótir licenskoyrar og heilt skjótir licenskoyrarar.) Av føroyingunum koyrdu Torbjørn Hansen og Hans Magni Danielsen millum gøtu-koyrararnar, hinir byrjaðu allir millum licens-koyrararnar. Eftir fyrsta dagin vórðu Sofus Jacobsen og Agnar Dahl fluttir upp í kvikar-licenskoyrarar. Sigast má, at úrslitini vóru góð fyri teir tríggjar licenskoyrararnar. Í teirra motorstødd (125 ccm) blivu teir nr. 2, 3 og 4. (Road Racing er ein kappkoyring á motorsúkklum á rasarabana, har kappast verður í ymiskum flokkum, alt eftir motorstødd (ccm)). Alt skuldi góðkennast, motorsúkklurnar og førararnir, klæðini teir vóru í o.s.fr.. Eisini trygdin var í lagi, læknar og sjúkrabilar vóru til reiðar, um nakað skuldi hent. Føroyingarnir vóru so væl nøgdir við venjingina í Fraklandi, at teir nú fara at skipa fyri Road Racing motorsúkklukoyring í Føroyum.
Leygardagin 24. mai verður bátastevna í Vestmanna. Í hesum sambandi hevur VÍF skipað fyri, at Road Racing verður á kaiøkinum í Vestmanna hendan dagin. Koyrt verður við 50 ccm motorsúkklum. Allar motorsúkklurnar skulu vera í forsvarligum standi, og tey sum koyra súkklurnar skulu vera í heildekkandi leðurdrakt, leðurhandskum og góðkendum hjálmi og stivlum.
Hetta er fyrstu ferð, at slík kapping verður skipað fyri í Føroyum. Síðani Føroya-MC bleiv stovnað í ár 2000, hava limir roynt at fingið eitt øki til vega, har Road Racing kundi koyrast, men tað hevur ikki verið møguligt at fingið játta loyvi at koyra á onkrum avbyrgdum øki - hvørki frá myndugleikum ella privatum persónum/virkjum.
Fyrireikararnir og limirnir hjá Føroya-MC eru sjálvsagt fegnir um, at VÍF nú hava gjørt tað møguligt at koyra í Vestmanna, og vónandi verður hetta ikki síðstu ferð, at Road Racing verður í Føroyum.
Tilmelding í seinasta lagi mikudagin 21. mai hjá AD-Import, teldupostur:
ad-import@ad-import.fo ella á tel. 320213 millum kl. 10-17. Her fæst eisini nærri upplýsing.
Hetta kann kanska standa onkunstaðni:
Torkil, Agnar og Sofus hava eisini roynt at koyra Road Racing í Danmark, har teir hava verið við í DM í 125 ccm standard. Torkil og Agnar luttóku í 2001, og tá endaði Agnar samanlagt á einum 7. plássi, hóast ikki var møguligt at luttaka til allar kappingarnar. Sofus luttók í 2002 og endaði tá á einum 6. plássi.