Frá fyrsta til seinasta tak vóru tað nevnliga kvinnurnar á Ørnini úr Sandavági, sum høvdu munin á vestanstevnuróðrinum.
Munurin seinasta góða teinin var ein bátslongd, og hetta hildu tær á Ørnini eisini fast um allan vegin.
Við sigrinum er Ørnin seks stig aftan fyri Sílið í FM-kappingini, og tí er lítil ivi um, at havnarkvinnurnar framvegis hava so nógv tey bestu kortini. Men tær mugu so rógva ólavsøkuróðurin eisini, áðrenn gullið kann staðfestast.
Úrslitið í dag
1 Ørnin 05:19.15
2 Fípan Fagra 05:25.15
3 Ritan 05:26.24
4 Sílið 05:26.24
5 Frúgvin 05:28.06
6 Teistin 05:29.02
7 Jallurin 05:40.10
8 Erla Kongsdóttir 05:46.08
9 Blikur 05:47.15
Støðan í FM - 5 mannafør kvinnur
1 Sílið 34
2 Ørnin 28
3 Fípan Fagra 26
4 Frúgvin 22
5 Ritan 13
6 Teistin 9
7 Jallurin 1