Barnaróðurin fer vanliga fram millum seks mannaførini við monnum og áttamannaførini, og so aftur millum átta mannaførini og tíggjumannaførini.
Tað er nakað ójavnt, hvussu væl manningarnar eru fyri, men sum heild má sigast, at feløgini hava verið dugnalig at lært børnini at rógva í ár. Í øllum førum sær tað heilt gott út hjá fleiri.
Á vestanstevnu vann Ørnin við gentunum. Tað boðar frá góðum fyri sandavágsgenturnar, tí Ørnin var altíð við í fremstu røð miðskeiðis í níti árunum. Um hesar genturnar halda fram, so verða tær uttan iva nakað góðar, tá tær byrja at rógva í sjálvum FM róðrinum. Tað sama er sjálvandi galdandi fyri allar manningarnar, tí ikki kann annað sigast enn, at barnaróðurin er við til at lyfta støðið á kappróðrinum enn hægri upp við, at tey ungu læra nógv fyrr at rógva.
Hjá dreingjunum vann Sílið, men tað var ógvuliga tætt millum teir og nummar tvey, sum var Fípan Fagra úr Klaksvík. Á triðja plássi kom Blikur av Argjum.
Barnaróðurin verður ikki skipaður sum FM róðurin, við tað at tey fáa ikki stig lutaði á hvørjari stevnu. Grundin fyri hesum er, sum skilst, at endamálið við barnaróðrinum er at skapa áhuga, og at tað ikki skal kennast ov bundið ella tvungið at vera við á hvørjari stevnu.
Men tey fáa heiðursmerki handað eftir róðurin, og frøin er líka stór á teimum, sum á hinum, ið kappast um føroyameistaraheitið.










