Fríggjadagin var stór samkoma á Dimmalætting í sambandi við blaðstjóraskiftið. Ingi Samuelsen legði frá sær og Árni Gregersen tók við - Dimmalætting er tað besta brandið í Føroyum, eingin ivi um tað!
So avgjørdur var nýggi stjórin og ábyrgdarstjórin á Dimmalætting, Árni Gregersen.
Í sambandi við blaðstjóraskiftið skipaði blaðið fyri stórari samkomu fríggjadagin, har Ingi Samuelsen segði farvæl og har Árni Gregersen varð heilsaður vælkomin.
Nógv fólk høvdu leitað sær niðan á Smyrilsveg, og nýggi stjórin fekk nógv góðynski samstarvsfeløgum og frá kappingarneytum.
Ingi Samuelsen segði eisini nøkur orð og takkaði fyri seg. Hann segði, at hann ikki hevði livað upp til málið, sum hann sjálvur hevði sett sær um at hækka upplagið á blaðnum, og tí valdi hann at leggja frá sær. Hann fegnaðist um, at nevndin nú hevði sett ein so góðan blaðstjóra, sum Árna Gregersen.
Nýggi blaðstjórin greiddi frá, at tá hann eitt kvøldið fyri jól sat í bilinum á veg til hús, ringdi telefonin. Tað var Lisbeth L. Petersen, sum spurdi, um hann hevði verið avvísandi, um hann fekk í boðið at gerast stjóri og blaðstjóri á Dimmalætting.
- Mínar royndir í fjølmiðlaverðini hava lært meg, at tú ikki skalt avvísa nakað upp á forhond, so tí segði eg avgjørdi, at tað gjørdi eg ikki, segði Árni Gregersen.
Bæði samstarvsfelagar og kappingarneytar heilsaðu nýggja blaðstjóranum, sum er hin átjandi í røðini. Hini blaðstjórarnir hava verið:
Ingi Samuelsen 2002-2007
Beate L. Samuelsen 1995-2001
Georg L. Petersen 1995-2002
Benny L. Samuelsen 1981-1995
Georg L. Samuelsen 1936-1985
Poul Niclasen 1918-1936
Oluf Skaalum 1905-1918
Chr. Heilskov 1901-1902
S. E. Müller 1900-1901
Enok D. Bærentsen 1894-1900
Emil Bruun 1893-1894
Jacob Johansen 1889-1892
Rasmus C. Effersøe 1886-1889 og 1902-1905
H. C. Petersen 1885-1886
Louis Bergh 1882-1885
Oliver P. Effersøe 1880-1882 og 1892-1893
Lütje Lützen 1878-1880