Arkitektavirkið hjá Árna Wither vann sera sannførandi kappingina hjá Løgmansskrivstovuni um, hvussu føroyski parturin av Norðuratlantisku Bryggjuni í Keypmannahavn skal síggja út.
Dómsnevndin sigur í grundgeving síni, at hon metir uppskotið hjá Árna Wither listarliga at liggja á einum væl hægri støði, enn hini innkomnu uppskotini.
? Uppskotssetararnir hava við hesum uppskotinum torað at roynt aðra leið, enn ta traditionellu loysnina fyri skrivstovuumhvørvi. Og dómsnevndin metir, at uppskotsstillararnir frá byrjan hava havt eitt greitt konsept at arbeiða við.
? Uppskotið er sera væl frágingið, og dómsnevndin ivast ikki í, at skilgóð virkislig ætlan kann fáast burtur úr framhaldandi viðgerðini av uppskotinum, sigur dómsnevndin millum annað.
Samanbygd kjarna
Uppskotið er sermerkt av einari samanbygdari kjarnu eftir miðjuni av húsinum, sum er sett saman av fleiri skrivstovuhølum og øðrum neyðugum hjárúmum.
Ein samansett kjarna er hvørjumegin høvuðstrappurúmið. Kjarnurnar eru hildar fríar frá útveggunum og vegginum móti høvuðstrappurúminum við eini gongd, tó soleiðis, at við endaveggirnar er eisini gjørt størri pláss fyri rúmi, ið fjølbroytt kann innrættast fyri seg.
Uppskotsstillararnir ímynda sær, at gongdin verður nýtt til framsýningar umframt vanligu nýtsluna.
Dómsnevndin vísir á, at skilaveggirnir í kjallaranum eru ikki allir setti vinkulrætt á gongsveggin. Hetta gevur eitt spæl av sermerktum rúmum og skotum, sum skilagott kunnu nýtast til eitthvørt skrivstovuendamál.
Atkomuviðurskiftini til móttøkuna eru sera greið.
? Hetta uppskotið hevur, sum tað einasta, hildið verandi súlur fríar. Og í samanspælinum millum nýtt og gamalt, hevur tað megnað at varðveita dygdina í tí gamla, sigur dómsnevndin.
1200 fermetrar
Fjórða hæddin í pakkhúsinum á Norðatlantisku Bryggjuni, har føroyingar skulu húsast, er 1200 fermetrar til støddar.
Ætlanin er, at Ferðaráð Føroya og felagsskapinum Northern Periphery Group, sum virkar fyri menning av minni útbygdum økjum í Norðuratlantsumhvørvinum, skulu húsast í bygninginum.
Pláss skal eisini vera til ymiskar føroyskar vinnufyritøkur, stovnar og onnur, ið hava tørv á einum høli í Keypmannahavn í styttri tíðarskeið.
Tað eru arkitektarnir Rúni Abrahamsen, Páll Holm Lave, Pauli Dam Joensen og Sverri Heinesen, ið saman við Árna Wither hava gjørt vinnarauppskotið.