Árni vil enn hava sítt

Hósdagin kom fram í skift­i­rætt­i­num, at bústjórin í Bring Spf, fyrrverandi Dimm­a­­lætt­ing Spf, ikki hevði sent D-media Spf í skift­i­rættin enn og heldur ikki hevði tik­ið støðu til, um at­gerðin, sum fyrrverandi leiðsla og eigarar í Dimm­a­lætt­ing ­framdu tveir dagar und­­an at felagið varð koyrt á heys­in, skuldi umstoytast.

Bústjórin kunnaði um, at fy­rr­ver­andi stjórin, Árni Greg­­er­sen, sum var einasti krav­ánari í D-Media Spf, hað­ar teir eisini høvdu flutt øll virðini, sum eftir vóru í Dimma­lætting.

Bústjórin segði seg ikki heilt tora at umstoyta at­gerð­ina, tí hann var bangin fyri, at Árni Gregersen fór at stevna honum eftir pengum, tí nú fóru sannlíkindini til, at gamli stjórin fór at fáa ein part av sínari uppsagnarløn út­goldna, at minka, tí lønin hjá stjóranum fór so at verða javn­sett við krøvini, sum øll hans­ara starvsfólk høvdu.

Hetta dámdi ikki gamla stjór­a­num, og tískil metti bú­stjórin, at hann varð noydd­u­r at gera eina avtalu við gamla stjóran um, at bú­stjórin kundi umstoyta at­gerðina. Annars merkir ein ums­toyt­ing, at atgerðin ong­an­tíð varð framd, og tí­skil er spurningurin, um gamli stjórin kann stevna bú­stjó­r­a­num.

– Um atgerðin við at flyta øll virð­ini úr Dimmalætting og inn í D-media bara var fyri at tryggja Árna Gregersen sína løn, so burdi tað verið nokk til at umstoyta avgerðina. Sjálv­andi visti stjórin best, hvønn veg tað bar, tí hann hevði longu steðgað ak­tiv­i­tet­i­num á blaðnum, og tí­skil var avgerðin um at flyta øll virðini inn í D-media ein­ans fyri at tryggja sítt egna lønarkrav – og harvið at seta seg sjálvan í betur støðu enn hini starvsfólkini á Dimm­a­lætt­ing – og aðrar kreditorar, sum standa til at missa oman fyri fýra milliónir krónur.