Árni verður hvítur

B36 og álopsessið hjá NSÍ hava skrivað undir sáttmála

Meinhard E. Olsen verður eftir øllum at døma ikki partur av B36 liðnum næsta kappingarár. Hann ætlar sær at royna flogið uttanlands. Møguleikarnir at finna útlendskan arbeiðsgevara sigast vera góðir. Tað er ikki so undarligt, tí Meinhard hevur í ár verið eyðsýndur bæði í B36 og á U-21 landsliðnum.

 

Barndómsfelagið hjá Meinhard E. Olsen var NSÍ, sum var einasta føroyska felagið, hann umboðaði, áðrenn hann í fyrraárið og fram til summarsteðgin í fjør royndi seg í Danmark. Í fjør summar skrivaði hann undir sáttmála við B36.

 

Hjá árstalsfelagnum er tað stórur missur, at Meinhard E. Olsen fer av landinum.

Nú er tað greitt, at felagið hevur funnið nýggjan spælara, og at hann eisini er úr NSÍ, ið er einasta felag, sum hann higartil hevur umboðað.

-Vit hava gjørt avtalur við spælarar, men tað ber ikki til at siga hvørjar, fyrr enn feløgini hjá teimum eru kunnað um tað.

Soleiðis segði B36 venjarin, Jákup á Borg, fyri tveimum vikum síðani. Nú eru tey í NSÍ kunnað um, at Árni Frederiksberg ikki fer at spæla við barndómsfelagnum næsta kappingarár, og at hann fer at spæla við B36.

 

Tað er ikki hissini styrkur, sum B36 hevur skrivað undir sáttmála við. Sambært faroesoccer.com hevur 26 ára gamli Árni Frederiksberg síðani 2010 spælt 205 landskappingardystir í bestu deildini, 22 steypadystir, tíggju dystir í Europa og ein stórsteypadyst. Hann hevur skorað 68 mál í landskappingini, átta mál í steypakappingini og eitt í stórsteypadysti.

 

Í ár hevur Árni Frederiksberg higartil í ár skorað níggju mál í landskappingini. Trý tey síðstu vóru í 4-2 útisigrinum ímóti EB/Streymi fyri tveimum vikum síðani. Sambært bolt.fo hevur Árni í ár lagt upp til trettan mál, sum liðfelagarnir hava skorað. Oftast hevur hann átt uppleggið, tá ið Klæmint A. Olsen hevur skorað.

 

Sunnudagin spælir Árni Frederiksberg fyri síðstu ferð í hesum umfarinum við NSÍ á útivølli. Tað verður ímóti grannunum í Víkingi. Leygardagin um eina viku verður síðsti heimadysturin hjá Árna Frederiksberg við NSÍ. Tá verður mótstøðuliðið KÍ.

Setningurin hjá Árna Frederiksberg og NSÍ er at vinna silvurkrónurnar. Tær kappast NSÍ um við KÍ og B36, sum Árni skal spæla við næsta kappingarár.

 

B36 hevur ikki enn váttað, at avloysarin hjá Meinhardi E. Olsen verður Árni Frederiksberg. Kanska verður tað ikki alment fráboðað fyrr enn á ársveitsluni, sum verður leygarkvøldið 3. november.