Navn: Árni Jóhan Petersen
Bústaður: Kambsdalur
Aldur: 25 ár
Starv: Sølumaður hjá proviantdeildini hjá Haraldsen
Frítíðarítriv: Ítrottur, serliga flogbóltur og fótbóltur
Nær fært tú summarfrí í ár? Eg fái summarfrí síðst í juni
Hvussu fert tú at halda summarfrítíðina? Summarfrítíðin hjá mær í ár verður eitt sindur annarleiðis enn fyrr, tí eg skal við flogbóltslandsliðinum til Rhodos. So ein partur av frítíðini verður nýttur til tað endamálið, meðan restin fer til festivalar o.l.
Hví hevur tú valt at gera júst hetta? Eg haldi tað vera spennandi at sleppa við til Oyggjaleikirnar og ein æra at umboða Føroyar á henda hátt. Ítróttur fyllir ein stóran part av mínum lívi, og júst hetta vil eg fegin brúka mína frítíð uppá, um so skal verða!
Plagar tú at ferðast uttanlands um summarið? Ja, eg plagi at gera ein túr av og á til Miðalhavið, tí har kann man fáa nakrar sólstrálur. Eisini er gott at sleppa burtur frá gerandisdegnum eina løtu.
Plagar tú at ferðast í Føroyum um summarið? Nei, eg ferðist ikki so nógv í Føroyum. Tað er í samband við onkran dyst, serliga í Suðuroy, eg havi ferðast. So plagi eg eisini at ferðast runt til festivalar og stevnur kring landið.
Ferðast tú hinar árstíðirnar? Eg ferðist nokk bert um summari, men møguliga fari eg at halda jól og nýttár aðrastaðni langt burtur í ár.
Hvat er títt dreymaferðamál? Fiji ella Cuba