Í fleiri ár hevur Faroe Agency eggjað føroyingum til at geva russiskum fiskimonnum jólapakkar. - Vit høvdu verið sera fegin, um fólk eisini mintust okkum í ár, sigur Árni Dam. Gev einum russiskum fiskimanni ein jólapakka.
Árni Dam, russiskur konsul í Føroyum, er aftur í ár farin í holt við at savna inn jólapakkar til russiskar fiskimenn.
- Vit hava fingið nakrar pakkar, men enn vantar okkum ein heilan hóp, sigur konsulin.
Árni Dam er sera takksamur fyri, at føroyingar hava verið so óførir at lata russiskum fiskimonnum, sum fiska um okkara leiðir, jólapakkar á hvørjum ári í fleiri ár.
Hann leggur aftrat, at talið av russum um okkara leiðir er rættiliga stórt í løtuni.
- Skulu vit megna at geva hvørjum einstøkum fiskimanni ein jólapakka, er tørvur helst á umleið 700 pakkum tilsamans.
Árni Dam sigur, at fólk, sum vilja lata jólapakkar, kunnu bera hesar á adressuna hjá Faroe Agency, Yviri við Strond 4.
- Eisini ber til at ringja á tlf. 331990 ella á 231990 - og so kunnu vit koma eftir pakkunum, sigur russiski konsulin í Føroyum.










