Árni royni seg í X-Factor

Fleiri føroyingar hava seinastu árini tikið lut í sjónvarpskappingum í Danmark, og hóast tað hesa tíðina ikki verður tosað so hart um, hvør er við, og hvør kemur víðari, tí upptøkuroyndirnar skulu takast seinni, so hava vit í øllum førum frætt um onkran føroying, sum roynir seg í X Factor í Danmark í ár.

Upptøkuroyndir hava júst verið, og ein av teimum, sum royndi seg, er Árni Petersen. 20 ára gamli klaksvíkingurin lesur teologi niðri, men hann dugir eisini at syngja, og hann hann steig fram fyri Thomas Blachmann og hini í farnu viku. Hvussu úrslitið var av upptøkuroyndini, vita vit ikki við vissu, tí tað er ikki loyvt at tosa so hart um tað, men vónandi fara vit at síggja okkurt til føroyingin í X-Factor sendingunum, sum byrja í næstum.