Árni og Hedvig eru Ársins leiðarar

Seinnapartin vórðu Ársins Leiðarar 2019 kosnir á Hotel Føroyum, og tað var Synergi, sum skipaði fyri.

Seinnapartin vórðu Ársins Leiðarar 2019 kosnir á Hotel Føroyum. Hetta er 15’anda árið á rað, at Ársins Leiðarar verða kosnir í Føroyum, og tað er Synergi, sum skipar fyri Leiðaradegnum, har heiðranin fer fram.

 

- Ársins Leiðari er tignarligasti heiðurin, ið verður latin føroyskum leiðarum. Øll kunnu tilnevna kandidatar til heiðurin, og ein dómsnevnd tekur endaligu avgerðina. Í dómsnevndini fyri 2019 sita Christian Nagata, Sendistovan, Guðrið Højgaard, Visit Faroe Islands og Súsanna Olsen, Fróðskaparsetur Føroya.

 

Soleiðis sigur dómsnevndin um Ársins Leiðarar 2019:

 

Ársins privati leiðari Árni Ellefsen, stjóri, BankNordik.

 

- Ársins leiðari í privata geiranum hevur bæði klassiskar og nútímans leiðslueginleikar. Hann tók við starvinum í einum, nakað meldurkendum tíðarskeiði, sum fyritøkan var í, og hann vendi gongdini til eitt munagott yvirskot upp á stutta tíð. Fyritøkan er í dag nútímansgjørd og væl bjálvað fíggjarliga.

 

Dómsnevndin vísir á, at Árni Ellefsen er menniskjaligur, eyðmjúkur og megnar samskifti við einstaklingin, eins væl og stóra hópin av starvsfólki.

 

- Fyrikomandi og spakliga lyndi hansara, samantvinnað við professionalismu, tign og týðiligan leiðslustíl, hevur við sær, at hann fær tað besta fram í sínum starvsfólki fakliga, eins væl og í mun til samstarv. Hetta hevur við sær, at fyritøkan undir hansara leiðslu hevur flutt seg fram á leið. Fyritøkan hevur høgan sosialan kapital, har starvsfólk trívast, sigur dómsnevndin.

 

Um Ársins almenna leiðari, Hedvig Johansdóttir, stjóra í Dugna, sigur dómsnevndin soleiðis:

 

Hesin leiðarin megnar, saman við starvsfólki sínum, at venda dapurskygni og avmakt, til áræði og sjálvsálit hjá viðskiftafólki sínum. Viðkomandi gongur undan og gevur dagliga viðskiftafólki førleikar, trúgv upp á egnan mátt innan skúlagongd og á arbeiðsmarknaðinum. Hennara miðvísa og ótroyttiliga arbeiði er samantvinnað við trúgv upp á menningarmøguleikar í einstaklinginum.

 

- Tað hevur havt við sær, at vit í Føroyum eru kend út um landoddarnar fyri at bjóða eitt fjøltáttað skúla- og arbeiðstilboð til okkara borgarar, sum ikki megna eitt tíðarskeið í lívinum.

 

Dómsnevndin vísir á, at Ársins almenni leiðari fær ymisk endurmenningarátøk og vard arbeiðspláss at spretta og blóma, har hon hegnisliga leiðir. Í endurnýtsluhandlunum hitta vit fyrikomandi starvsfólk, sum eru áleiðis, ella komin á mál, í einari empowerment- og rehabiliteringsgongd.

 

- Ikki er gjørt ov nógv av, tá vit siga, at langtíðarávirkan av hennara innovativa hugsunarhátti hevur verið við til at gjørt, at í Føroyum er vorðið “trendy” við endurnýtslu og at hugsa burðardygt, sigur dómsnevndin.