Árni Nicolajsen sýnir fram í Smiðuni í Lítlivík í døgunum frá 13. til 17. august. Á framsýningini eru 40 nýggir málningar, umframt nakrar frá framsýningini í fjør.
Hann leggur serligan dent á andlitsmyndir.
- Tað er spennandi at mála andlit. Eg máli ikki ein ávísan person, men byrji bara at mála og so síggi eg, hvussu leikur fer og hvat kemur burtur úr, sigur Árni Nicolajsen.
Framsýningin er opin millum klokkan 14 og 18.