Árni Nicolajsen hevur eina framsýning við vatnlitsmyndum á Torginum í SMS frá 25. til 29 mai. Árni hevur málað einar 40 nýggjar myndir til framsýningina, umframt at hann hevur nakrar við frá framsýningini við andlitsmyndum, sum var í Smiðjuni í Lítluvík í fjør. Á framsýningini verða tilsamans 64 myndir.
Eg havi kasta mín kærleika á andlitsmyndir. Eg hugsi, at andlit er nakað øll eru áhugað í. Tey síggja vit hvønn dag, og vit kanna tey, vit hitta á leiðuni og vita um vit kenna tey, ella hvussu vit skulu fyrihalda okkum yvir fyri teimum, sigur Árni Nicolajsen, sum hevur málningarlist sum ítriv.
Annars sigur Árni, at honum dámar væl teir týsku ekspressionistarnar. Teir málaðu beint frá hjartanum og løgdu einki í, um tað ikki var vakurt, bara tað úttrykti nakað. Tá man gongur í teirra fótasporum, fær man líka sum lov at mála, sum man vil.
Framsýningin er opin týsdag til fríggjadag frá kl. 10-20 og leygardagin frá kl. 10-16.
Framsýningin verður sostatt opin mentunarnáttina til kl. 20.