Í dag hevur havnarmaðurin Árni Jakobsen gingið niðan á fýra teir seinastu fjallatindarnar, og hevur hann nú verið á øllum teimum 340 fjallatindunum í Føroyum.
Tey fjøllini, hann hevur verið á í dag, eru Vestfelli, Stórafjall, Skúgvoyarfjall og Nakkurin sunnast á Sandoynni. Umleið 50 fólk vóru við honum túrin í dag. Árni er helst tann fyrsti, sum hevur gjørt hetta bragd.
-Hetta er ein stórur dagur fyri meg. Nú havi eg verið á øllum fjøllunum í Føroyum. Tað hevur tikið mær nakað meira enn tvey ár at náa hesum máli, sigur Árni Jakobsen.










