Árni tók læraraprógv á Silkeborg Seminarium í 1970. Heimafturkomin var hann fyrst lærari á Eiði í eitt ár, og síðani hevur hann verið lærari í Miðvágs-Sandavágs skúla. Áðrenn hann fór á læraraskúla, var hann vikarur á Slættanesi í 1962-63 og í Mikladali í 1966-67. Hann var á ársskeiði í Havn 1996-97.
Árni er trúgvur tjóðveldismaður og hevur umboðað Vágarnar á Flokstingi og aðrastaðni. Hann hevur eisini verið valevni fleiri ferðir.
Kona Árna er Anna Elisa (Annlisa), f. Rasmussen úr Miðvági.