##med2##
18 altjóða veddingarfyritøkur høvdu B36 sum ein lítlan favoritt móti HB í dag, men sigast kann ikki, at B36 livdi upp til tann lítlan favorittleiklutin.
Tað endaði við einum greiðum 2-4 tapi, og fyrsti stigamissurin hjá B36 hetta kappingarárið er veruleiki.
B36 - HB 2-4 (1-1)
0-1 Pætur Petersen (11.)
1-1 Alex Mellemgaard (brotsspark 18.)
2-1 Michal Przybylski (55.)
2-2 Pætur Petersen (61.)
2-3 René Shaki Joensen (65.)
2-4 René Shaki Joensen (90.)
- Hetta var ein lorta dagur, viðgongur Árni Frederiksberg hjá B36, ið staðfestir, at HB var betra liðið í dag. Árni heldur, at B36 haltaði aftaná størsta partin av dystinum.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna reportarin hjá FM1, Tróndur Arge gjørdi við Árna Frederiksberg aftaná dystin.
HER ber til at hoyra: 1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Tróndur Arge segði frá teimum seks málunum. Teitur Joensen var viðmerkjari. 2) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Pætur Petersen, tvímálsskjútta hjá HB. 3) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Jens Berthel Askou, høvuðsvenjara hjá HB.











