Týsdagin í farnu viku var aðalfundur í Arbeiðsgevarafelagnum hjá Fíggjarstovnum í Føroyum, har millum annað nevndarval var á skránni.
Tríggir limir sita í nevndini í arbeiðsgevarafelagnum, og stóð ein teirra fyri vali. Tað var Jean Djurhuus, ið tók við afturvali, skrivar Vinnuhúsið á heimasíðuni industry.fo.
Hinir báðir nevndarlimirnir í AFF eru Árni Ellefsen og Marner Mortensen. Eftir aðalfundin hevur nevndin skipað seg við Árna Ellefsen sum formann.
Høvuðsendamálið hjá felagnum er at savna føroysku fíggjarstovnarnar og samráðast um sáttmálar við avvarðandi yrkisfeløg.