Árni er føddur í Havn, sonur Ragnu og Petur Sofus Hansen. Tey eru 3 systkin, Gunnvør býr í Noregi og Kári býr í Danmark. Ragna, Petur Sofus og børnini búðu í Tungugøtu, men tá Petur Sofus bleiv stjóri í Føroya Banka, flutti familjan í ovastu hædd í gamla Føroya Banka at búgva (har Tilhaldið er í dag). Petur Sofus, sum var vestmenningur, doyði longu í 1957.
Aftaná barnaskúla og realskúla fór Árni í elektrikaralæru hjá morbróður sínum Leif Mohr. Tá pápin doyði, fluttu Árni og mamman til Danmarkar, har Árni gjørdi seg lidnan við lærutíðina.
Tá ið hann var liðugur sum elektrikari, royndi hann at koma inn á musikkkonservatoriið í Keypmannahavn. Tað eydnaðist, og eftir 5 árum á konservatoriinum var hann liðugur sum musiklærari við klaveri sum musikkinstrumenti.
Aftaná útbúgvingina undirvísti hann eina tíð í Danmark, m.a. á HF í Roskilde, og hann undirvísti eisini privatnæmingum.
8. januar 1966 giftist Árni við Anny úr Vági. Hon er dóttir Martinu og Hilmar Jacobsen. Tey fingu børnini Eyðun, sum býr í Havn, og Guðrið sum býr í Danmark.
Í 1972 fluttu Árni, Anny og børnini heim til Føroya at búgva. Hann undirvísti í fyrstani í Hoydølum og privatnæmingum, og seinni fór hann á Læraraskúlan, har hann enn hevur sítt virki, nú sum leiðari á musiklinjuni.
Árni hevur verið sera virkin í tónleikalívinum, síðani hann kom heimaftur. Hann hevur verið við í nógvum konsertum, bæði sum solistur og spælt undir hjá øðrum tónleikarum og sangarum. Hann hevur eisini sungið í sangkórum, m.a. Havnarkórinum og Tórshavnar Manskóri. Fyri 25 árum síðani varð Konsertfelagið stovnað, og Árni var sjálvsagt ein teirra, sum tóku stig til hetta. Hann kom í fyrstu nevndina, og har er hann enn.
Árni og Anny eiga 6 abba/ommubørn.










