- Eg taki við starvinum sum ábyrgdarblaðstjóri 1. apríl, og áðrenn tað havi eg ongar viðmerkingar.
Tað sigur Árni Gregersen, komandi blaðstjóri á Dimmalætting, tá vit í morgun spurdu, um hann ætlaði at fylgja ráðunum, sum løgtingsmaðurin Bill Justinussen hevur givið honum í eini heilsan í bløðunum í gjár.
Bill Justinussen staðfestir millum annað í heilsanini, at ein orsøk til, at Dimmalætting hevur havt so tungan rakstur seinastu tíðina, millum annað kemst av nýggju redaktionellu linjuni hjá blaðnum, har bæði oddagreinir og blaðfólk hava niðurgjørt tey, ið eru ímóti grein 266 B.
Í heilsanini gevur Bill Justinussen komandi blaðstjóranum trý ítøkilig ráð. Hann biður hann millum annað um at gevast við at skriva niðurgerandi um kristnu virðini í samfelagnum og at gevast við at ganga ørindi fyri máttmiklar sonevndar “minnilutabólkar”.
Núverandi ábyrgdarblaðstjórin, Ingi Samuelsen, hevur longu svarað ákærunum. Í aftursvari í Dimmalætting í gjárkvøldið undir heitinum “Hvat billar Bill sær inn?”, vísir blaðstjórin ákærunum aftur og kallar tær fyri “pástandir uttan hald í veruleikanum” og beinleiðis “ósannindi”.










