Árni Gregersen og Atlantsflog

Eftir at hava brúkt meginpartin av arbeiðsorkuni á Dimmu í vikur upp á Atlantsflog, sigur redaktørurin týskvøldið, at málið er so lítið, at tað hoyrir heima aftan fyri læsta hurð í Vinnumálaráðnum

Ja, málið átti at veri lítið, sum flestu mál, um politiski og umsitingarligi kultururin bara var á leið á rættari kós; tí sambært Dimmu hevði privatur partaeigari (Trons Jet), lagt saman ráð við leiðsluni í Atlantsflogi, at leiðslan skuldi selja partabrøv til Trons Jet fyri yvirkurs.

Virði av hesum skuldi ikki allur gjaldast í reinum peningi, men fyri part av hesum peningi, skuldi leiðslan í Atlantsflogi, verða partaeigarar í Trons Jet.

Sakin er sostatt tann, at leiðslan í Atlantsflogi kann hava lagt ráð saman við Trons Jet, hvussu teir, saman, kunnu fáa ræði á flogfelagnum, tá næsti triðingurin skuldi einskiljast.

At vinnumálaráðið skal klandrast av Christiani Andreasen, nevndarformanni í A. A., fyri at hava tikið notatir av fundum millum seg og ráð, vísir bara, hvussu betent málið er.

Málið er bara lítið, harra Árni Gregersen, tí tað átti at endað áðrenn tað var byrjað, við at Vinnumálaráðið kom á eykaaðalfund við nýggjari nevnd við harraboðum um at skifta leiðsluna út.

Tí hvussu kann Vinnumálaráðið annars tryggja sær, at loyaliteturin hjá leiðsluni er í Atlantsflog og ikki í m. ø. Trons Jet.

Her byrjaði málið í fjør - og hetta má Vinnumálaráðið halda fast um á aðalfundinum 2. apríl.