Árni G. Olsen aftur til EB/Streym

25 ára gamli víkarmaðurin vendur aftur til barndómsfelagið

EB/Streymur boðar í kvøld frá, at felagið hevur gjørt sáttmála við Árna G. Olsen. Talan er um ein gamlan kenning í felagnum.

 

25 ára gamli miðverjin er víkarmaður og fótbóltsuppvøksturin er í júst EB/Streymi, har hann eisini hevur spælt 101 dystir fyri besta liðið, sambært Faroesoccer.com. EB/Steymur hevur havt rímiliga stóra frágongd til komandi kappingarár, har millum annað miðverjin Oddur Højgaard hevur skift til NSÍ.

 

Argjamenn mangla nú ein miðverja. Í løtuni venur Leivur Holm Joensen við argjamonnum og kundi verið ein avloysari. Hann hevur fyrr spælt í felagnum, men spældi í fjør við Giza Hoyvík, sum nú eitur FC Hoyvík.