Árni Frederiksberg: Taki onga avgerð enn

- Mítt mál er at tryggja NSÍ pláss í Evropa, sigur NSÍ spælarin

Í eina tíð hava nógvar søgur verið um, at Árni Frederiksberg er á veg úr NSÍ til HB ella B36. Hetta hevur ljóðað í eina tíð, men eftir samrøðu við bolt.fo tykjast søgurnar at blíva fleiri. Í gjár søgdu keldur hjá Miðalhúsinum, at hann skuldi havt boðað NSÍ frá, at hann ikki heldur fram. Soleiðis er ikki.

 

- Eg havi ikki boðað NSÍ frá, at eg ikki spæli í felagnum komandi ár. Eg havi somu støðu, sum eg allatíð havi havt, og tað er at eg taki støðu eftir kappingarárið, sigur Árni Frederiksberg við In.fo í dag, og leggur afturat:

 

- Eg hugsi bara um hetta kappingarárið, og um at tryggja NSÍ eitt pláss í Evropa, leggur hann afturat.

 

Árni Frederiksberg er 26 ára gamal og hevur bara spælt við NSÍ. Hann hevur gjørt um seg á besta liðnum síðani seinnu hálvu av 2010.