Árni Frederiksberg hevur í dag skrivað undir sáttmála við B36. Hann skiftir frá barndómsfelagnum NSÍ, har hann hevur spælt øll árini. In.fo hevur í eina tíð sett Árna Frederiksberg í samband við B36. Nú er sáttmálin endaliga undirskrivaður.
Les eisini: Vit gita Brian og Árni til B36
- B36 spælir fótbólt á sama hátt, sum eg ynski at spæla. Her verður spælt - og ikki bara sparkað - og tí rokni eg við, at B36 og eg verða eitt gott match, sigur Árni Fredriksberg, við B36.fo.
Í B36 fegnast tey eisini um, at tey hava fingið ein mest eyðsýndu spælarunum í føroyskum fótbólti seinnu árini.
- Árni Fredriksberg hevur seinnu árini verið ein av mest eyðsýndu spælarunum í føroyskum fótbólti. Tað er eingin loyna, at vit í B36 eru fegin um at hava fingið fatur á Árna, og sjálvur er spælarin eisini fegin um, at hann nú skal royna seg hjá okkum, skrivar B36.fo.
Árni Frederiksberg er í uppskoti til ársins miðvallara til Fótbóltsgalla, sum verður fríggjadagin. Í gjár kunngjørdi B36, at Brian Jakobsen eisini kemur til felagið.